Tað er ein listagrein at grilla

Wi Ounsa úr Tailandi er høvuðskokkur í THE TARV. – Okkara útgerð er ein elegant samanrenning av grill og ovni. Í einum fáa vit alt tað gastronomiska meirvirðið, ið fæst úr brenninum sjálvum, tí eyðkenda smakkinum, anganum og saftiga fínleikanum. Harða tropiska kolið, sum er av Kuba, er lætt at festa í, hevur góða glóð, rýkur ikki og brennir leingi við góðum anga av grill, sigur Wi Ounsa.

Búnað neytakjøt

Búnandi tilgongdin, eisini nevnd dry-age, broytir leskiliga neytakjøtið. – Í búningini setur vætan úr vøddunum og turkingin gevur ein intensari smakk av kjøti. Samstundis elva natúrlig enzym til, at tægrarnar, sum eru í bindandi vøddunum, verða brotnar niður. Nú verður kjøtið moyrt og fær ein spennandi nýggjan, búnaðan smakk, sigur Wi Ounsa og greiðir frá, hvaðan kjøtið í THE TARV stavar.

The Tarv er eisini grillaður fiskur

Á THE TARV grilla vit eisini ymisk fiskasløg og skeljadjór, tað mesta úr føroyskum sjógvi og frá føroyskum veitarum. Vit eru niðri í Vágsbotni, við havnarlagið og fiskasølutorgið, har dagsins fongur meiri enn so kann finna vegin til grillina á THE TARV.

Tað er m.a. grillaður laksur, grillaðar lippur, grillað havtaska og hýsa umframt skeljadjór so sum grillaðar jákupsskeljar, øður og jomfrúhummarar.

Fiskurin verður bæði grillaður á opnu grillini og í grillovnum. Laksurin verður grillaður við skræðu fyri at fáa besta smakkin.

Vínverðin

Tá ið vínskráin í THE TARV skuldi leggjast í fasta legu, varð El Bandito fyrsta vínið ið kom á vínkortið.

Bara við at hyggja at navnaseðlunum, vistu vit, at hetta var eitt vínhús, ið hóskaði sum fótur í hosu til THE TARV. Ein stórur svartur tarvur fremst fyri á merkinum. Tað er rátt og spennandi. Craig Hawkins og konan Carla Kretzel eru eigarar og vínbøndur, og standa fyri øllum. Tey royna nýggjar hættir og smæðast ikki fyri at fara um hevdvunnin mørk. Í vínverðini er Craig ein, ið tú eigur at geva tær far um, tí at hann í allar mátar er so nýskapandi.

Bodega Catena Zapata í Argentina

Júst hetta argentinska vínhúsið frá 1902 er heimskent. Adrianna, sum er í heyggjutum lendi við fjallið Mendoza meiri enn 1500 metrar uppi, er kendasti víngarðurin hjá teimum.

Tá Nicolás Catena Zapata fór at dyrka drúvur so ovarlaga, trúði ongin, at hann fór at fáa nakað at vaksa har. Men hann vísti øllum teim atfinningarsomu, at tað bar til. Hetta er eisini víngarðurin, sum gav drúvuni Malbec eina endurreisn. Hetta er ein av drúvunum, sum vit knýta at góðum kjøti. Umframt at dyrka drúvur so langt uppi, hevur argentinska fyritøkan hjá Nicolas og teimum, ið eisini hava ættarbond til Italia, megnað at seta vín úr Argentina á heimskortið. Altíð og uttan undantøk fara tey hvørt ár eftir tí besta víninum.

Forkunnugir drykkir

Margarita sum hjá Tommy

Millum teir mongu kokkteylarnir á THE TARV er Tommy’s Margarita. Margarita er ein kokkteylur, ið føroyingar kenna væl og eru fegnir um. Tí hava vit hildið fast um Margarita, men vit hava funnið eina uppskrift, ið okkum dámar betur. Tað er Tommy’s Margarita, sum er ein klassikari frá meksikansku matstovuni Tommy’s í San Francisco í 1980’unum, har Julio Bermejo brúkti agavesiropp í staðin fyri appilsinlikør, sum vanliga verður brúktur. Í staðin fyri tað søta, brúka vit agavesiroppin at leggja dent á tað leskiliga tequila, sum verður brúkt og er úr reinari aldarlilju, agavuplantu. Ein frískligur Tommy’s Margarita hóskar væl aftur við grillaðum fiski.

Og ein sigar

Og so fæst ein góð sigar afturvið eisini – Cohiba, Montecristo, Romeo Y Julieta og Partagas. Men roykipolitikkurin sigur, at tú mást fara út at roykja. Men tað er nú heldur ikki so galið við góðu útsiktini og umstøðunum í túninum her inni í Vágsbotni innast undir Bryggjubakka hjá THE TARV í Havn.

Her ber til at njóta løtuna úti alt árið

Í Føroyum hava vit ein góðan vetur og eitt vánaligt summar – tí er tað møguligt at sita á terassuni framman fyri THE TARV alt árið.

Lívdin fyri vindinum er skapað við glasveggum, ið eru festir á tungu viðarbularnar, ið virka sum setur bæði innanfyri og uttanfyri.

Skjólið móti regninum er skaffað við serligum sólsegli – markisu – fest í serligar mastrar, ið føra tankarnar til stásiligu seglbátarnir, ið liggja fyri teymi longri úti á Bakka, ella eru komnir sum summargestir at vitja Havnina.

Tankin við økinum uttan fyri THE TARV er, at farrin av tí maritima skal kennast aftur. Tí varð valt at fella eitt dekk úr eikiplankum niður í asfaltið fyri ikki einans at tað skuldi minna um eina gamla bátabrúgv, men líka so nógv fyri at skapa ein fløva undir segldúkinum. Eisini hava viðarbularnir, ið nýttir vera sum sessir sína maritimu søgu at siga frá.

Talan er um bulir úr ógvuliga harða og haldføra afrikanska træslagnum azobe, ið sigst at vera næstan líka so hart sum stál og líka so haldbært. Azobe viður er so sterkur, at hann kann liggja í sjógvi í áravís, uttan at hetta sæst aftur. Hesir bularnir hava fyrr verið nýttir sum stokkar í eini træbryggju í Suðurfjóni í Danmark.

Tað er ikki einans gestirnir, sum hava høvi til at njóta veðurlagið uttanfyri THE TARV alt árið. Grillkokkurin hevur eisini møguleika at matgera uttandura. Ein partur av grillkøkinum í THE TARV er úti. Av trimum kolgrillum standa tvær inni har bensintangarnir hjá Sakarias á Argjaboða í síni tíð stóðu, meðan tann triðja grillin er undir einum hálvtaki uttanfyri.

Herúti er eisini ísingardiskurin við fiski og skeljadjórum, ið er ein líka so týðandi partur av matarlepanum og neytarkjøtið. Harvið fáa gestir og fólk, sum ganga framvið, høvi at síggja hvat gott feskt Tarvurin hevur at bjóða, og tað fer eisini uttanífrá at bera til at eygleiða kokkin í sving við grillina við gløðandi kubanskum koli.

Kanska hóskandi í maritima andanum at kalla hesa grillina kabússin ella gallan?

(Skrivað hevur: Ingi Samuelsen)