Tá arbeiðsmenn húsaðust á Bryggjubakka

Betonghúsini á Bryggjubakka, sum m.a. hava hýst Poul Hansen, SHJ og Útvarpi Føroya, vórðu bygd í 1927. Eitt felag, sum flutti inn í ein part av teimum beinanvegin, var Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagið helt til her frá 1927 til 1935. Tá vóru tíðirnar nógv verri enn nú.

Kundu hús tala, komu til lívs mangar áhugaverdar hendingar og søgur, sum lýsa ta menning, sum er farin fram í samfelagnum. Ikki minst er hetta galdandi á Bryggjubakka, har tey sermerktu betonghúsini, ið helst hava bryggjuna í Bergen sum fyrimynd, hava staðið í 90 ár.

Um tað mundið, tá húsini vórðu bygd, hevði tað einans 10 ára gamla arbeiðsmannafelagið í Havn tørv á nýggjum felagshølum. Felagið fekk tilboðið at keypa ein part av stóra betongbygninginum fyri 12.500 kr., og keypið varð samtykt á aðalfundi í 1927.

Havnin var ikki tá, sum Havnin er nú. Tá 1920’ini byrjaðu, var Tórshavnar kommunu greitt, at nýtt havnarlag mátti gerast fyri at bøta um atløguviðurskiftini hjá skipunum og forða fyri briminum, sum ofta var í Vágsbotni.

Farið varð undir at byggja fyrsta partin av molanum í 1922. Danska felagið Fibiger & Willefrance stóð fyri arbeiðinum. Ósemja tók seg beinanvegin upp millum arbeiðsmenninar í Havn og danska felagið um lønina, og ósemjan vardi eitt hálvt ár. Sera hart stóð á pørtunum hesa tíðina.

Sum fráleið tók felagið Kampmann og Saxild við arbeiðinum upp á havnarlagið, og eisini tá vóru spenningar millum arbeiðsmenn og arbeiðsgevara. M.a. vóru havnarmenn misnøgdir við, at menn av bygd tóku lut í arbeiðinum, tí nóg mikið av arbeiði var ikki til arbeiðsmenninar í Havn.

Ringar tíðir

Arbeiðið upp á molan var liðugt í 1929. Úti í heimi tók samstundis heimsumfatandi búskaparkreppa seg upp orsakað av skrædlinum í Wall Street. Illa stóð eisini til hjá mongum arbeiðsmonnum í Havn, og nógvir vórðu pantaðir, tí teir áttu ikki fyri skatt.

Ein vón, teir høvdu um at vinna sær eitt sindur av peningi, var at lossa skipini hjá reiðaríum sum DFDS og Skipafelagnum Føroyar. Men ofta lossaðu manningarnar sjálvar skipini, og hesum mótmæltu arbeiðsmenninir, tí arbeiðini á kaiini áttu teir og ikki manningarnar.

Fyrst í 1930’unum fekk Havnar Arbeiðsmannafelag sítt búmerki. Jacob Olsen skeyt upp at brúka eina mynd, har ein maður koppar einum steini, sum nýtt búmerki. Hetta varð samtykt, og við hesum búmerki flaggaði felagið fyrstu ferð á Bryggjubakka á 17 ára stovningardegnum 16. januar í 1933.

Arbeiðsmannafelagið gjørdi hetta árið eina kanning um støðuna hjá limunum. Støðan var vanlukkulig. Av 500 limum vóru 340 arbeiðsleysir, og færri enn 100 høvdu arbeiði fullan dag. Ei undur var tí í, at teir bæði royndu at tryggja sær tøk arbeiðir og skunda undir nýggj arbeiðspláss.

Tvey nýggj átøk í býnum miðskeiðis í 1930’unum góvu arbeiðsmonnunum eina vón um betri virkismøguleikar. Tá P/F Kimbil í 1935 varð stovnað og keypti trolaran Stella Argus, heittu nógvir arbeiðsmenn á felagið um at stuðla verkætlanini.

Tá so Kjartan Mohr í 1936 setti á stovn Tórshavnar Skipasmiðju í Sjarpholinum, hagar arbeiðsmenn úr sínum felagshølum á Bryggjubakka kundu eygleiða menningina, samtykti arbeiðsmannafelagið at seta 3.000 krónur í verkætlanina.

Fluttu aftur

Felagshølini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Bryggjubakka komu ikki reiðiliga til sín rætt, tí meginparturin av hølunum varð leigaður út til Hansinu Johannesen, sum hevði handil har. Pláss var t.d. ikki fyri limafundum. Í 1935 seldi felagið so húsini til Hansinu Johannesen fyri 13.500 kr.

Stutt frammanundan var reiðaravirkið, J. P. Evensen & Søn, farið á húsagang, og Edward Mitens, sakførari, beyð arbeiðsmannafelagnum at keypa Evensens pakkhús fyri 25.000 kr. Hetta keypið varð samtykt í 1936, og næstu nógvu árini helt arbeiðsmannafelagið til har.

Á Bryggjubakka er hugnaligt í dag, ikki minst um summarið. Ferðafólkini reika inn og út úr kaffistovum at njóta hugnan, og matstovuvinnan er í besta blóma. The Tarv er enn eitt dømi um hetta, og borgararnir kunnu fegnast um, at tíðirnar eru betri nú enn fyrr.

Keldur:
Til Arbeiðis! Lív ella deyð!, Helgi Eidesgaard, 2017
Stríðsmenn í Havn, Uni Arge og Hans Petur Hansen, 2017  

Vøggan hjá útvarpinum

Í bygninginum, sum Telefonverk Føroya Løgtings átti á Bryggjubakka, fór Útvarp Føroya at senda 6. februar í 1957. Útvarpið helt til á Bryggjubakka, til loftmiðlastovnurin flutti í nýggj, stásilig útvarpshús í Sortudíki 6. februar í 1982

Sama ár sum Sovjetsamveldið sendi sín fyrsta fylgisvein í ringrás um jarðarknøttin, løgdu Føroyar til brots at menna sín fyrsta loftmiðlastovn, Útvarp Føroya. Í fleiri ár frammanundan hevði verið borið upp á mál, at føroyingar áttu at fáa egið útvarp, og hetta ynskið gjørdist veruleiki, tá fyrsta sendingin fór í luftina í 1957.

Byrjanin hjá útvarpinum var spøk, og sent varð bara nakrar fáar tímar um dagin, tí fíggjarorka og manning vóru ikki til meira. Fyrsti útvarpsstjórin var Axel Tórgarð, prestur, og aftrat sær fekk hann fyrsta árið Hjørdis Thomsen, Lias í Rættará og Niels Juel Arge. Í 1960 legði Axel frá sær sum stjóri, og Niels Juel tók við útvarpsstjórastarvinum. Tað røkti hann til 1990.

Bygningurin hjá útvarpinum á Bryggjubakka var ikki nakar harragarður, men har vóru skrivstovur, upptøkuhølir og plátusavn. So frægt av plássi var eisini, at tá jólahald vóru, var pláss fyri fitt av børnum og vaksnum, sum í útvarpaðari sending jólaaftan tóku ímóti jólamanninum, ið altíð visti onkra stuttliga søgu at siga.

Umhvørvið hjá útvarpinum kundi næstan ikki verið betur valt. Á gátt á Bryggjubakka komu nógv fólk, og hetta kom væl við hjá teimum forvitnu tíðindafólkunum, ið altíð slotaðu eftir tí nýggjasta. Fiskimannafelagið helt til við síðuna av, og fleiri matstovur vóru í nánd – Perlan, Sjómansheimið  og Hotel Hafnia. Á bryggjuni seldu menn ofta fisk, og rutubátar komu og fóru.

Vóru umstøðurnar ikki glæsiligar, so hugsaði útvarpið tó ofta stórt. Krevjandi útvarpsleikir vórðu tiknir upp á Bryggjubakka, sum hugtóku mangan lurtara, og útvarpskór varð stovnað at dokumentera føroyskar sangir. Í 1969 kom V4, sum skuldi bjálva útvarpið betur fíggjarliga, og tá byrjaðu tær væl umtóktu V4-sendingarnar.

Í 1972 gjørdi útvarpið av at senda fýra mans til olympisku leikirnar í Vesturtýsklandi. Útvarpsmenninir endaðu tá mitt í skelkandi dramatikki í sambandi við, at palestinskir álopsmenn drupu 11 ísraelsk ítróttafólk. Sent varð beinleiðis frá hesi óhugnaligu hending, ið byrjaði sum ein gíðslatøka og endaði so vanlukkuliga.

Av Bryggjubakka eygleiddi útvarpið eisini stórhendingar í Føroyum. Danmark fór inn í EEC í 1972, men ein fólkafylking tók seg upp ímóti, at Føroyar skuldu fara sama veg. Seinni samtykti løgtingið, at Føroyar skuldu halda seg uttan fyri EEC. Í 1975 var stórt útróðrarverkfall, sum Meginfelag Útróðrarmanna skipaði fyri. Tá var útvarpið eisini mitt í rokanum.

Umstøðurnar gjørdust sum fráleið ov trongar á Bryggjubakka, og tí varð farið at fyrireika eini nýggj útvarpshús í Sortudíki. Hetta gjørdist møguligt, tí útvarpskassin bólgnaði heilt fitt við væl umtókta V4-spælinum. Palli Gregoriussen teknaði nýggju útvarpshúsini, sum alment vórðu tikin í nýtslu á 25 ára degnum hjá útvarpinum í 1982.

Farin var tá tann hugnaliga tíðin á Bryggjubakka, men í Sortudíki helt menningin fram, og tað ger hon enn – nú bæði hjá føroyskum útvarpi og sjónvarpi í Kringvarpi Føroya.

Tað byrjaði við Føroya fyrsta uttandura skeinkiloyvi

Visti tú, at tað bert eru gott og væl tíggju ár síðan tað gjørdist loyvt at njóta eitt væl skonkt glas av øli uttan fyri skeinkistøð í Føroyum?

Tað var tá hvonn lat upp sum roykfrí barr, sum tann fyrsta í Føroyum, langt áðrenn tað við lóg gjørdist bannað at roykja í almennum rúmum. Fyri at roykjararnir skuldu kunna trívast uttanfyri, var neyðugt at loyva teimum at taka glasið við. Tað eydnaðist at fáa loyvi, og skotið framman fyri Hvonn varð innrættað, sum hugnaligt og lívandi uttandura veristað.

Í 2008 – fyri nýggju árum síðani – varð fyri fyrstu ferð skonkt uttandura við loyvi frá myndugleikunum. Tað var Café Vágsbotn, ein avleggari hjá Hvonn, sum eftir eitt ávíst stríð við loyvismyndugleikarnar fekk loyvi til at hava eina úti-summar-barr í skotinum, har Sakarias á Argjaboða í síni tíð seldi Shellolju og -bensin til bæði bilar og bátar umframt agn. Í Vágsbotni á sama stað, sum THE TARV nú er latin upp.

Vágsbotnur fangaði ólavsøkuna

Café Vágsbotn fekk eina góða byrjan. Takkað verið einum harmonikuliði, sum spontant fór at spæla í økinum á ólavsøku hetta árið, hendi nakað helt serligt við tjóðarhátíðini. Fólkini leitaðu av Áarvegnum, drigin av tónunum, oman móti sjóvarmálanum og bátabrúgvunum, har tað angaði av stemningi og – ikki minst – har var møguligt at keypa eina nýskonkta øl beint úr krananum, sum stóð úti.

“The rest is history”. Við tí, sum hendir á Skálatrøð, í Miðlahúsinum og fram við Bryggjubakka, hevur ólavsøkan hevur ikki verið hin sama. Gjøgnum árini er økið fram við Vágsbotni ment til at gerast pumpandi pulsurin í býarlívinum við alt fleiri úticaféum, sølutorgi og – ikki minst – væleydnaðu uppihaldstrappuni á Perlugrundini.

Við THE TARV verður farið eitt stig víðari. Tarvurin skal ikki kappast við hini hugnaligu støðini, sum eru í økinum; Kaffihúsið, Umami, Hvonn, Sirkus, Glitnir. THE TARV er eitt øðrvísi alternativ, ið hevur nakað annað og heldur øðrvísi at bjóða. Bæði teimum, ið vilja hava eina góða grillaða máltíð ella bara ein munnbita, ein kopp av nýbryggjaðum kaffi ella ein koktail, eina svalandi øl ella ein ís.

Bíða eftir endaligu loysnini fyri økið

Tað snýr seg ikki minst um at njóta serliga umhvørvið í Vágsbotni. Henda søguliga vágin, sum einaferð bar navnið hjá Fríðriki danakongi, Frederiksvaag, her tað hevur verið handlað, avreitt og upp- og avskipað síðan miðøld. Við sølutorginum, sum kommunan gjørdi til teirra, ið høvdu nýveiddan fong og nýheystað grønmeti at selja, vórðu lunnar lagdir til nýtt lív í Vágsbotni.

Nú verður bara bíðað eftir at ráðandi býarplanleggjararnir koma fram til endaliga leistin fyri, hvussu økið rundanum skal skipast. Um bryggjan út á Bakka skal vera farvegur fyri akfør, ið ikki hava onnur ørindi enn at hyggja eftir um nakað lív er á staðnum, ella um hon heldur skal friðhalgast fólki til gongu, sum kanska hevur sett bilin frá sær á p-økinum á Skálatrøð.

Kjakið um hvussu sjálvt torgið skal skipast, og um markanta standmynd Hans Paula Olsens av tjóðarhetjuni Nólsoyarpálli skal standa her ella flytast, eigur eisini at fáa ein enda. Nógv góð uppskot eru gjørd um hvussu tað innasta av Vestaru Vág skal skipast. Gott hevði verið at fingið eina endaliga loysn. Til gagns fyri bæði tey, sum virka og fyri tey, sum njóta at vera og hugna sær í Tórshavnar nýggja býarmiðdepli …

(Skrivað hevur: Ingi Samuelsen)