Tá arbeiðsmenn húsaðust á Bryggjubakka

Betonghúsini á Bryggjubakka, sum m.a. hava hýst Poul Hansen, SHJ og Útvarpi Føroya, vórðu bygd í 1927. Eitt felag, sum flutti inn í ein part av teimum beinanvegin, var Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagið helt til her frá 1927 til 1935. Tá vóru tíðirnar nógv verri enn nú.

Kundu hús tala, komu til lívs mangar áhugaverdar hendingar og søgur, sum lýsa ta menning, sum er farin fram í samfelagnum. Ikki minst er hetta galdandi á Bryggjubakka, har tey sermerktu betonghúsini, ið helst hava bryggjuna í Bergen sum fyrimynd, hava staðið í 90 ár.

Um tað mundið, tá húsini vórðu bygd, hevði tað einans 10 ára gamla arbeiðsmannafelagið í Havn tørv á nýggjum felagshølum. Felagið fekk tilboðið at keypa ein part av stóra betongbygninginum fyri 12.500 kr., og keypið varð samtykt á aðalfundi í 1927.

Havnin var ikki tá, sum Havnin er nú. Tá 1920’ini byrjaðu, var Tórshavnar kommunu greitt, at nýtt havnarlag mátti gerast fyri at bøta um atløguviðurskiftini hjá skipunum og forða fyri briminum, sum ofta var í Vágsbotni.

Farið varð undir at byggja fyrsta partin av molanum í 1922. Danska felagið Fibiger & Willefrance stóð fyri arbeiðinum. Ósemja tók seg beinanvegin upp millum arbeiðsmenninar í Havn og danska felagið um lønina, og ósemjan vardi eitt hálvt ár. Sera hart stóð á pørtunum hesa tíðina.

Sum fráleið tók felagið Kampmann og Saxild við arbeiðinum upp á havnarlagið, og eisini tá vóru spenningar millum arbeiðsmenn og arbeiðsgevara. M.a. vóru havnarmenn misnøgdir við, at menn av bygd tóku lut í arbeiðinum, tí nóg mikið av arbeiði var ikki til arbeiðsmenninar í Havn.

Ringar tíðir

Arbeiðið upp á molan var liðugt í 1929. Úti í heimi tók samstundis heimsumfatandi búskaparkreppa seg upp orsakað av skrædlinum í Wall Street. Illa stóð eisini til hjá mongum arbeiðsmonnum í Havn, og nógvir vórðu pantaðir, tí teir áttu ikki fyri skatt.

Ein vón, teir høvdu um at vinna sær eitt sindur av peningi, var at lossa skipini hjá reiðaríum sum DFDS og Skipafelagnum Føroyar. Men ofta lossaðu manningarnar sjálvar skipini, og hesum mótmæltu arbeiðsmenninir, tí arbeiðini á kaiini áttu teir og ikki manningarnar.

Fyrst í 1930’unum fekk Havnar Arbeiðsmannafelag sítt búmerki. Jacob Olsen skeyt upp at brúka eina mynd, har ein maður koppar einum steini, sum nýtt búmerki. Hetta varð samtykt, og við hesum búmerki flaggaði felagið fyrstu ferð á Bryggjubakka á 17 ára stovningardegnum 16. januar í 1933.

Arbeiðsmannafelagið gjørdi hetta árið eina kanning um støðuna hjá limunum. Støðan var vanlukkulig. Av 500 limum vóru 340 arbeiðsleysir, og færri enn 100 høvdu arbeiði fullan dag. Ei undur var tí í, at teir bæði royndu at tryggja sær tøk arbeiðir og skunda undir nýggj arbeiðspláss.

Tvey nýggj átøk í býnum miðskeiðis í 1930’unum góvu arbeiðsmonnunum eina vón um betri virkismøguleikar. Tá P/F Kimbil í 1935 varð stovnað og keypti trolaran Stella Argus, heittu nógvir arbeiðsmenn á felagið um at stuðla verkætlanini.

Tá so Kjartan Mohr í 1936 setti á stovn Tórshavnar Skipasmiðju í Sjarpholinum, hagar arbeiðsmenn úr sínum felagshølum á Bryggjubakka kundu eygleiða menningina, samtykti arbeiðsmannafelagið at seta 3.000 krónur í verkætlanina.

Fluttu aftur

Felagshølini hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á Bryggjubakka komu ikki reiðiliga til sín rætt, tí meginparturin av hølunum varð leigaður út til Hansinu Johannesen, sum hevði handil har. Pláss var t.d. ikki fyri limafundum. Í 1935 seldi felagið so húsini til Hansinu Johannesen fyri 13.500 kr.

Stutt frammanundan var reiðaravirkið, J. P. Evensen & Søn, farið á húsagang, og Edward Mitens, sakførari, beyð arbeiðsmannafelagnum at keypa Evensens pakkhús fyri 25.000 kr. Hetta keypið varð samtykt í 1936, og næstu nógvu árini helt arbeiðsmannafelagið til har.

Á Bryggjubakka er hugnaligt í dag, ikki minst um summarið. Ferðafólkini reika inn og út úr kaffistovum at njóta hugnan, og matstovuvinnan er í besta blóma. The Tarv er enn eitt dømi um hetta, og borgararnir kunnu fegnast um, at tíðirnar eru betri nú enn fyrr.

Keldur:
Til Arbeiðis! Lív ella deyð!, Helgi Eidesgaard, 2017
Stríðsmenn í Havn, Uni Arge og Hans Petur Hansen, 2017